Oilwind (J. K. Joensen sp/f)
Lagt út: 13.10.26
Umsóknarfreist: 10.11.26
Fulltíðarstarv · Fast starv · Lærupláss
Stað: Á Hillingatanga 4, Sandavágur (Giljanes)
Hjá Oilwind fært tú ikki bara eitt vanligt lærupláss. Tú verður partur av einum føroyskum virki við altjóða virksemi, har arbeiðsdagurin er fjølbroyttur, ábyrgdin er verulig, og har tú fær møguleika at læra nógv innan bæði sølu, fyrisiting og altjóða samstarv.
Vit eru eitt lítið, men sera dugnaligt toymi, sum saman umsitur eitt breitt virksemi. Úr Føroyum arbeiða vit við menning, sølu, keypi, marknaðarføring, tekniskari dokumentatión, kundasupport og logistik, meðan framleiðslan fer fram bæði í Føroyum og uttanlands. Tað merkir, at tú sum lærlingur kemur tætt upp í nógv ymisk arbeiðsøki og fært eina góða fatan av, hvussu eitt altjóða virki verður rikið í verki.
Um okkum
Umleið 80% av søluni er uttanlands, og vit arbeiða dagliga saman við altjóða kundum, distributørum og endabrúkarum innan fiskivinnu.
Hjá okkum er eingin dagur eins. Vit arbeiða bæði við verandi vørum og marknaðum, samstundis sum vit viðlíkahalda, menna og laga okkara loysnir til tørvin hjá kundunum. Hetta krevur dygd, gott yvirlit, forvitni og fólk, sum hava hug at taka ábyrgd.
Títt lærupláss
Sum lærlingur hjá okkum verður tú partur av einum lítlum, men sera kompetentum toymi. Tú kemur at arbeiða bæði við sølu og við stýring/fyrisiting, so vøran kemur trygt og rætt fram til kundan. Hetta er eitt lærupláss til tín, sum ynskir at læra nógv, arbeiða fjølbroytt og gerast partur av einum arbeiðsplássi, har tú veruliga kanst gera mun.
Tú fert m.a. at læra og arbeiða við
Vit leita eftir tær, sum
Útbúgvingin
Heitið á útbúgvingini er “Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting”. Útbúgvingin varir 2–4 ár, alt eftir forútbúgving:
Skúlagongdin fer fram á Glasir í Havn, og lærutíðin skiftir ímillum verkliga læru á læruplássi og skúlagongd.
Arbeiðstíð og løn
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Lønarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála hjá Samverk (lærlingasáttmáli).
Umsókn
Send umsókn og CV til: marni@oilwind.fo
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Marni F. Joensen · tlf. 52 53 54
| Cookie | Duration | Description |
|---|---|---|
| cookielawinfo-checbox-analytics | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Analytics". |
| cookielawinfo-checbox-functional | 11 months | The cookie is set by GDPR cookie consent to record the user consent for the cookies in the category "Functional". |
| cookielawinfo-checbox-others | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Other. |
| cookielawinfo-checkbox-necessary | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookies is used to store the user consent for the cookies in the category "Necessary". |
| cookielawinfo-checkbox-performance | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Performance". |
| viewed_cookie_policy | 11 months | The cookie is set by the GDPR Cookie Consent plugin and is used to store whether or not user has consented to the use of cookies. It does not store any personal data. |